top of page

Hvat er Tinnitus?

Tinnitus er upplivingin av ljóði uttan ljóðkeldu. Ljóðið kann vera ein reinur tóni, sús, murr o.l., og tað er ymiskt, um ljóðið hoyrist alla tíðina, ella um tað kemur og fer. Tinnitus er ikki vandamikið, men summi eru ógvuliga illa órógvað av tí.

Atvoldin til tinnitus

Ymsar grundir kunnu vera til tinnitus, men tað ber ikki altíð til at vísa á nakra ávísa grund. Tó er tað umráðandi at vita, at tinnitus í sjálvum sær er ikki ein sjúka, men kann vera eitt sjúkueyðkenni.

 

Tinnitus kann t.d. stava frá:

  • Oyravoksi

  • Sjúku ella vesku í millumoyranum

  • Óviðgjørdum hoyrimissi

  • Nógvum larmi sum t.d. fýrverki, konsert, maskinum

  • Høgum blóðtrýsti

  • Strongd

  • Sálarligum trupulleikum, sum t.d. angist og tunglyndi

  • Spenningum í kjálkum, nakka og øksl

  • Svøvntrupulleikum

 

Er mann plágaður av tinnitus, er skilagott at venda sær til lækna, so at læknin kann staðfesta, um talan er um sjúku, ið krevur viðgerð. Ofta hongur tinnitus tó saman við niðursettari hoyrn, ella tí mann hevur verið fyri nógvum larmi. Hetta kemst av at hárkyknurnar í innara oyranum hava fingið óbøtiligan skaða.
 

Eitt ástøði, um hví mann fær tinnitus í sambandi við niðursetta hoyrn, er, at heilin sjálvur framleiðir tey ljóð, ið mann ikki hoyrir. Hetta merkir, at um mann ikki hoyrir teir heilt høgu tónarnir, so framleiðir heilin sjálvur hesi ljóð í staðin.
 

Eitt annað ástøði er, at hesar skaddu hárkyknurnar í innara heilanum senda skeiv signal, ið tó verða fatað sum týðandi ljóð í heilanum, sí myndina niðanfyri.

Nervalagið

Fyri at skilja hví tað er ymiskt, hvussu plágaður mann er av tinnitus, er gott at vita eitt sindur um nervalagið. Nervalagið kann bæði forklárast anatomiskt og funktionelt.

 

Anatomiskt verður nervalagið býtt sundur í tað sentrala nervalagið og perifera nervalagið. Funktionelt kann nervalagið býtast í somatiska nervalagið, ið vit sjálvi ráða yvir, og autonoma nervalagið, sum er sjálvvirkandi, og sum vit ikki ráða yvir sjálvi. Autonoma nervalagið er síðan býtt í sympatiska og parasympatiska skipaninar, ið arbeiða mótsett hvørji aðrari. Tað er serliga hetta, ið er áhugavert í sambandi við tinnitus, og hvussu ávirkaður mann er av tí.
 

Sympatiska skipanin, eisini kallað speedarin, er virkin, tá ið vit eru strongd og eru í fight or flight-støðu. Stimbran av sympatisku skipanini økir um pulsin, blóðtrýst o.l. Parasympatiska skipanin, eisini kallað bremsan, arbeiður øvut og ger okkum rólig. 
 

Hetta kann vera ein ónd ringrás, tí at strongd ger ofta tinnitus verri, og tinnitus kann gera ein meiri strongdan, og tí fer tann sympatiska skipanin at vera nógv virkin, tí tinnitus verður mett sum nakað hættisligt, ið krevur, at vit alla tíðina ansa eftir. Tí er neyðugt, at mann hjálpir kroppinum at aktivera parasympatisku skipanina, so at vit gerast róligari, og hetta kann eitt nú gerast við djúpum andadrátti.

Limbiska skipanin, sum eisini verður kallað kensluligi heilin, er myndað av eitt nú hippocampus og amygdala, sum eisini er sera viðkomandi fyri upplivingina av tinnitus. Hippocampus virkar sum eitt skjalasavn og syrgir fyri, at minnir vera goymd í ymsum pørtum av heilanum og skjótt kunnu takast framaftur, um neyðugt. Amygdala hevur ábyrgd av okkara kenslum og er avgerandi fyri okkara kensluligu reaktiónir.

Tá ið vit uppliva eina hóttan, stendur amygdala fyri at virkja fight og flight – eisini um støðan í veruleikanum ikki er hættislig. Hetta merkir, at verður tinnitusljóðið fatað sum nakað vandamikið av amygdala, so verður ótilvitskan eftiransin og letur filtrini upp, so at mann leggur merki til hetta “hættisliga” tinnitusljóðið oftari, og at tað tykist ógvisligari.

Hetta ber í sær, at uppmerksemi og tankar oftari og oftari eru á tinnitus, og at radarin er úti við atliti at tí órógvi, sum tinnitus kann vera atvoldin til.

Omanfyristandandi vitan um nervalagið og limbisku skipanina talar fyri, at tað er umráðandi hjá okkum at vita, hvussu vit aktivera tær røttu skipaninar, ið sissa okkum, t.d. andadráttarvenjingar.

Spyr meg um hjálp

Vilt tú vita meira um tinnitus og teir viðgerðarhættir, ið vit bjóða,

kanst tú seta teg í samband við Juttu Nielsen, audiologopedur

JUTTA N.jpg

Jutta Nielsen
Audiologopedur
Telefon: 321 731
Teldupostur: jn@hoyrnin.fo

bottom of page